Føroya rættur viðger mál um grein 266b

Føroya rættur viðger mál um grein 266b
Ein maður er ákærdur fyri at kalla fólk, sum hava annan húðarlit enn hvítan, apur
Føroya rættur.
 
09.09.2024 - 08:39

Í morgin fer Føroya rættur at viðgera eitt mál um grein 266b í revsilógini. 

Ein maður er ákærdur fyri at kalla fólk, sum hava annan húðarlit enn hvítan, apur.

Hetta eru fólk, sum hava annan etniskan uppruna enn føroyskan.

Hetta var í Havnini.

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Í desember 2019 fekk ein maður 3.000 krónur í dagbótum fyri at hava brotið grein 266b.

Maðurin var dømdur fyri at hótta, háða og eyðmýkja tveir útlendingar, meðan nøkur onnur fólk vóru hjástødd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541