Borgarstjóri: Kunnu ikki kenna okkum trygg í Suðuroynni

Borgarstjóri: Kunnu ikki kenna okkum trygg í Suðuroynni
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, heldur, at tíðin kanska er komin til, at borgarstjórarnir í oynni seta seg saman og koma við eini felags útmelding
Fríggjadagin var Smyril brádliga tikin úr sigling, tí klassin kravdi, at umvælingar vóru gjørdar alt fyri eitt.
 
09.09.2024 - 18:00

- At Smyril fríggjadagin var lagdur, tí klassin kravdi umvælingar gjørdar alt fyri eitt, vísir púra greitt, at vit als ikki kunnu kenna okkum trygg í Suðuroynni.

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, ið heldur, at tíðin kanska er komin til, at borgarstjórarnir í oynni seta seg saman og koma við eini felags útmelding.

 

Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vágs kommunu. 

 

Fleiri loysnir hava verið nevndar seinastu tíðina.

Bjarni Johansen sigur, at tað er ein  sannroynd, at Smyril er skjótt 20 ára gamal, og longu næsta ár verður hann tikin úr sigling í longri tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09092024_Bjarni_Johansen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329