Heðin um floksskiftið hjá Kára: Okkurt skal barnið eita

Heðin um floksskiftið hjá Kára: Okkurt skal barnið eita
Forkvinnan í Framsókn tekur fegin ímóti Kára Johansen, sum fer at stilla upp fyri Framsókn á býráðsvalinum
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2024 - 13:05

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skilir ikki ábreiðslurnar frá Kára Johansen, sum um vikuskiftið boðaði frá, at hann tekur seg úr Javnaðarflokkinum og í staðin fer at stilla upp fyri Framsókn á býráðsvalinum í heyst.

Sum grundgeving hevur hann millum annað víst á, at tað er ov trongligt í Javnaðarflokkinum.

- Vit hava havt eitt gott samstarv, men okkurt skal barnið eita, nú tað stundar til kommunuval, segði Heðin Mortensen í Breddanum fyrrapartin: 

 

10092024_Hedin

 

Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum upp í Framsókn, men er framvegis partur av meirilutanum í býráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

  
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, tekur fegin móti Kára Johansen, sum fyrr hevur ætlað sær upp í flokkin. Politisk hugsjón hevur ikki so stóran týdning í býráðspolitikki, sigur hon: 

 

10092024_Ruth_um_Kara

 

Ingi Samuelsen er blaðstjóri á Vikuskifti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men floksskiftið kann gerast ein trupulleiki fyri Framsókn seinni, heldur Ingi Samuelsen, blaðstjóri á blaðnum Vikuskifti:

 

10092024_Ingi

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756