Falskt politi spurdi um lán

Falskt politi spurdi um lán
Ringt var frá duldum nummari, men tá spurt var um, hvat talan var um, var tann, sum ringdi, skjótur at leggja á
Politiið brúkar ongantíð dult nummar. (Savnsmynd)
 
12.09.2024 - 08:08

Í gjár boðaðu tvey fólk politinum frá, at ringt var til teirra frá duldum nummari.

Tann, sum ringdi, segði seg vera frá politinum og spurdi um eitt lán.

Hann tosaði á donskum.

Men tá fólkini spurdu nærri, hvat talan var um, var tann, sum ringdi, skjótur at leggja á. 

Politiið brúkar ongantíð dult nummar.

Av tí at eingin misti pengar í hesum førunum, ger politiið ikki meira við málini enn at skráseta tey og ávara onnur móti slíkum uppringingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723