Hákun og Füchse Berlin royna seg í Champions League

Hákun og Füchse Berlin royna seg í Champions League
Hondbóltsvongurin, Hákun West av Teigum, kann fáa sín fyrsta dyst í Champions League í kvøld, tá Füchse Berlin spælir í glæsiligastu EHF-kappingini fyri fyrstu ferð í 11 ár
Hákun West av Teigum í hornatøkum við norðurmakedónsku verjuna í play-off dysti fyrr í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.09.2024 - 12:39

Føroyski landsliðsspælarin, Hákun West av Teigum, kann í kvøld fáa sín fyrsta dyst í Champions League.

Füchse Berlin, sum endaði á 2. plássi í týsku landskappingini síðsta kappingarár, skal spæla í glæsiligastu EHF-kappingini fyri fyrst ferð í 11 ár, tá ungarska meistaraliðið, Vezprém, vitjar í Max-Schmeling-leikhøllini í kvøld.

Væntast kann, at dysturin verður javnur. Vezprém hevur spælt Champions League-finalu fýra ferðir - seinast í 2019 - men tað hevur ikki eydnast hjá ungarunum at vinna kappingina enn.

Í fjør spældi Füchse Berlin seg í European League-finaluna, har revarnir tó taptu fyri Flensburg-Handewitt, sum hevði Jóhan á Plógv Hansen á liðnum.

Hákun West av Teigum sat nógv á beinkinum í fjør. Danski veteranurin, Hans Lindberg, spældi fyri tað mesta, men hann fór aftur til Danmarkar í summar. Í ár eitur kappingarneytin hjá føroyska vonginum Tobias Reichmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286