Nógv tey flestu vilja hava tilboð um kanning fyri arvasjúkur

Nógv tey flestu vilja hava tilboð um kanning fyri arvasjúkur
Áhugafelagið Arvasjúkan bað um kanningina fyrr í ár. 4.495 føroyingar millum 18 og 45 ár eru spurdir um ymisk viðurskifti
89 prosent av føroyingum í burðarførum aldri halda, at eitt tilboð um berarakanning fyri tær fimm arvasjúkurnar eigur at vera í Føroyum. (Savnsmynd)
 
17.09.2024 - 12:59

89 prosent av føroyingum í burðarførum aldri halda, at eitt tilboð um berarakanning fyri tær fimm arvasjúkurnar, Sucla2, AGS, AROKS, JEB, og TBCD eigur at vera í Føroyum.

Bara eitt prosent av teimum spurdu eru ósamd í útsøgnini.

Tað vísir ein kanning, hvat føroyingar halda um berarakanningar av ílegusjúkum.

Áhugafelagið Arvasjúkan hevur biðin um kanningina, sum var send føroyingum fyrr í ár. 

 

Sámal Rasmussen og Karin Laksáfoss.

 

Dóttirin doyði av ílegusjúku

Tað eru tey bæði Karin Laksáfoss og Sámal Rasmussen, sum millum annað mynda felagið. Tey fingu dóttrina Sagu í 2022. Hon livdi bert í fimm mánaðir, tí hon hevur ílegusjúkuna Sucla2, sum eisini verður nevnd Føroyska sjúkan. 

Eftir hetta stovnaðu tey áhugafelagsskapin Arvasjúkan.

Saman við Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og stuðli frá Betri og Mowi hava tey fingið kanningina í lag.

4.495 føroyingar millum 18 og 45 ár eru spurdir um ymisk viðurskifti. 

Endamálið er at lýsa, hvat føroyingar halda um spurningin, tí øll eiga at fáa í boði at verða kannaði, um tey eru berar av hesum sjúkum, sigur Karin Laksáfoss. Í dag fáa pør í boði at verða kannað, um tey hava fingið eitt barn við einari av hesum ílegusjúkunum:

 

17092024_Karin

 

Hesi trý, sum eru limir í Etiska ráðnum, vóru í Breddanum fyrrapartin. Fv. Noomi Gregersen, Bergur Debes Joensen og Katrin Kallsberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Etiska ráðið viðger málið

Etiska ráðið viðger í løtuni spurningin, um vit sum samfelag skulu bjóða fólki at verða kannað fyri ílegusjúkurnar. 

Í Breddanum fyrrapartin vóru Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Etiska ráðnum, Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, og Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen, sum báðar eisini eru limir í Etiska ráðnum. 

Tey halda ikki, at tað er ein einfaldur spurningur.

Noomi Gregersen og Katrin Kallsberg søgdu m.a. soleiðis: 

 

17092024_Katrin_og_Noomi

 

20 prosent eru berar

Mett verður, at umleið 20 prosent av føroyingum eru berar av einari av nevndu fimm deyðiligu ílegusjúkunum. Miðal livitíðin hjá teimum, sum hava hesar sjúkur, kann vera nakrar dagar og mánaðir, og onkur livir umleið níggju ár.

Nógvir føroyingar eru berar av teimum fimm ílegusjúkunum. Hetta merkir, at umleið eitt til tvey børn verða fødd um árið í Føroyum við einari av hesum sjúkum. 

Hugburðskanningin er tøk á heimasíðuni Arvasjúkan.fo

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493