ES ætlar at gera meira vart við seg í Grønlandi

ES ætlar at gera meira vart við seg í Grønlandi
Hóast sambandið millum Grønland og ES hevur verið lítið, síðani Grønland fór úr EF í 1985, eru pengar úr ES næststørsta upphædd í grønlendsku fíggjarlógini
Grønland er einasta landið í Arktis, sum hevur samstarvsavtalu við ES.
 
18.09.2024 - 08:35

ES ætlar nú at gera meira vart við seg í Grønlandi.

USA hevur megnað at gerast spennandi samstarvsfelagi hjá Grønlandi.

Men ES hevur lítið og einki gjørt um seg har.

Hetta skal nú broytast, skrivar KNR.

Grønland var limur i ES, men fór úr ES, sum tá kallaðist EF, í 1985.

 

250 mió. kr.

Hóast sambandið millum Grønland og ES hevur verið lítið síðani tá, eru pengar úr ES næststørsta upphædd í grønlendsku fíggjarlógini.

Hon er stívar 250 mio. kr. í ár.

Talan er um samstarv um fiskiskap og útbúgving.

Grønland er einasta landið í Arktis, sum hevur samstarvsavtalu við ES.

Men nú ætlar ES at gerast sjónligari í Grønlandi. Millum annað við at hjálpa Grønlandi við námsvinnu.

Og ES læt upp sendistovu í Nuuk í mars, tá Ursula von der Leyen var í Nuuk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949