Standmyndin av Andreu Árting avdúkað

Standmyndin av Andreu Árting avdúkað
Undangongukvinnan Andrea Árting fekk í dag settan minnisvarða, sum Edvard Fuglø hevur gjørt, eftir seg í miðbýnum í Havn
Nógv fólk vóru komin saman í miðbýnum í dag, tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
22.09.2024 - 19:09

Nógv fólk vóru komin saman í miðbýnum í Havn í dag, tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað í Steinatúni. 

Tað er Edvard Fuglø, listamaður, sum hevur evnað standmyndina til. Talan er um eina skuggamynd, sum tó er serstakliga eyðkend. 

Andrea Árting var í allar mátar ein sermerkt kvinna, sum fekk nógv á skaftið. Hon gjørdist millum annað forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1937, sum var árið eftir at felagið varð stovnað. 

Hon gekk á odda í kvinnustríðnum og aðalendamálið var at fáa somu løn fyri sama arbeiði. Hesum stríddist hon fyri øll 40 árini hon sat sum forkvinna og hon kom á mál við samráðingunum um líkaløn í 1977, beint áðrenn hon legði frá sær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329