169 fólk í Føroyum eru ábær

169 fólk í Føroyum eru ábær
169 fólk eru á nýggjasta listanum við politiskt ábærum fólkum í Føroyum
Løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru á PEP-listanum hjá Fíggjareftirlitinum. PEP stendur fyri politisk eksponerede personer.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2024 - 06:45

169 fólk eru á nýggjasta listanum við politiskt ábærum fólkum í Føroyum.

Hann er á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum, sum hevur dagligu umsitingina. 

Á listanum eru millum annað løgtingsfólk, landsstýrisfólk, sendifólk, aðalstjórar, floksnevndir, almennir stjórar og nevndir í nøkrum almennum partafeløgum, kringvarpsstjórin og kringvarpsstýrið.

1. november 2021 kom danska kunngerðin um politiskt ábær fólk í gildi í Føroyum.

Kunngerðin byggir á lógina um hvítvask, sum kom í 2020.

Tann kunngerðin loyvir peningastovnum at hava ein lista við viðskiftafólkum, sum eru mett at vera politiskt ábær, ein PEP-lista. Hann kom í Danmark í 2019.

Tey eru so á einum lista, sum Fíggjareftirlitið almannakunnger. 

Og sum peningastovnarnir so kunnu brúka.

Okkurt um 120 fólk vóru á føroyska PEP-listanum hjá Fíggjareftirlitinum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115