- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikukjakið: Ein brestbúgvin vika
So nógv stór tíðindi hava verið á breddanum, at "eksplosiv" er eitt orð, ið kann lýsa hesa vikuna. Tað heldur Ben Arabo, stjóri í Framtaki og búskaparfrøðingur, sum saman við Marjun í Kálvalíð, sóknarpresti í Vága prestagjaldi, vóru vikukjakarar hesa vikuna.
Tey kjakaðust millum annað um, hvørt tað er eitt gott hugskot at brúka ein part av pensjónini at keypa sítt fyrsta hús fyri, hví børn framvegis verða send av landinum, um landsstýriskvinnan í umhvørvismálum eigur at leggja frá sær, og um rúmdarvinna er ein gongd leið í Føroyum?
Tey bæði taka ikki sannførandi undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, hvussu ung kunnu hjálpast inn á bústaðarmarknaðin. Hinvegin eru tey hugtikin av rúmdini og rúmdargransking, nú Andreas Mogensen, astronautur, hevur vitjað í Føroyum.
Eitt landsstýrisfólk skal ongantíð tilvitað siga ósatt fyri tinginum, men torført er at taka støðu í málinum um kæruna av Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, áðrenn ein endalig niðurstøða fyriliggur frá landsstýrismálanevndini - halda vikukjakararnir.
Og vit skulu gera alt - og meira - fyri, at børn ikki verða senda av landinum halda Ben Arabo og Marjun í Kálvalíð.
Lurtið eftir vikukjakinum her