Nýggj føroysk matarskipan til 11.000 børn

Nýggj føroysk matarskipan til 11.000 børn
Kanningar vísa, at hetta er ein skipan, sum foreldur ynskja, sigur Joan Sørensen, stigtakari
 
01.10.2024 - 10:23
1699745



Mikudagin verður tiltak í Norðurlandahúsinum, sum hevur til endamáls at lýsa hvussu ein matarskipan fyri alt landið kann ávirka føroyska samfelagið í sambandi við heilsu, trivnað, landbúnað og staðbundna matframleiðslu. Tað eru Joan Sørensen og Gaia, ið stíla fyri.

Gaia verður lýst sum eitt almannagagnligt samtak, ið arbeiðir fyri at menna eina matarskipan fyri børn og ung í almennum stovnum og skúlum í Føroyum, ið er sjálvbjargin, burðardygg og føðslurøtt.

Joan Sørensen er sannførd um, at tað væl ber til at skipa eina matarskipan til øll børn í Føroyum.

Fyrimunir, sum hon sær, eru millum annað, at børnini fáa heilsugóðan kost, men eisini at stimbra staðbundna framleiðslu í Føroyum.

Tiltakið er í Skálanum í Norðurlandahúsinum mikudagin, 2. oktober, frá klokkan 13 til 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541