Tøknin skal ikki stjala góðu løturnar frá familjuni

Tøknin skal ikki stjala góðu løturnar frá familjuni
Nýggjur bólkur á facebook leggur upp til, at foreldur og børn skulu finna nærveru uttan áhaldandi trýst frá miðlum og aðrari tøkni
 
03.10.2024 - 13:14
1700172




Tað hevur alstóran týdning, at børn og foreldur kunnu vera saman uttan støðugt at vera órógvað av skíggjum og tøkni. Tað heldur Judith Lindarstein, sum nú hevur sett ein bólk á stovn, har foreldur kunnu stuðla hvørjum øðrum til tess at røkka hesum máli.

Miðlatøgn uppaling er heitið á bólkinum. Hann er ætlaður foreldrum, ið vilja hava felagsskap við onnur foreldur, ið hava somu tankagongd um miðlatøgn og stremba eftir at skipa seg minimalistiskt í sambandi við tøkni sum heild.

Gitte Klein, sálarfrøðingur, tekur undir við hugsjónini.

Nógv ár eru liðin, síðani hon fyrstu ferð gjørdi vart við trupulleikan, Síðani er hann bara vaksin, ásannar Gitte Klein.

Tó hevur hon lagt til merkis, at fleiri foreldur nú eru sinnað at gera nakað við avbjóðingina.

Gransking vísir, at jú seinni tøknin verður ein partur av gerandisdegnum hjá børnunum, jú betur duga tey at handfara tøknina seinni í lívinum.

Leinki til bólkin er her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Meira um sama evni