Betri ferðasamband og farstøð í Hesti

Betri ferðasamband og farstøð í Hesti
Í dag var hátíðarhald fyri betraða ferðasambandinum út í Hest í nýggju farstøðini á keiini í Hesti
04.10.2024 - 19:30

Erla Kongsdóttir hevur silgt á Hestleiðini síðan í summar, og nú er eisini ein nýggj farstøð, ella eitt bíðirúm, bygt á keiini til tey ferðandi. Áðrenn hesa farstøðina var tað vanligt, at fólk noyddust at bíða uppi í bygdini eftir at ferjan nærkaðist landi, og síðan at skunda sær oman á keiina.

Á hátíðarhaldi í dag fegnaðust hestfólk um betraða sambandið við meginøkið, nú Erla Kongsdóttir kann sigla upp í fimm ferðir út í Hest um dagin.

 

Grøn farleið um Hestfjørð

Um alt gongst sum ætlað fer tvíkiljan Erla Kongsdóttir einans at brúka battarí, ella el-orku, tveir túrar um dagin. Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at ferjan er trygg og hóskar seg væl til hesa leiðina. Umframt, at hon er ein grønari loysn, nú tað ber til at skifta ímillum at hon brúkar battarí og diesel.

- Nú er bert eftir at fáa regluligt bussamband av Gomlu rætt til Havnina, heldur Petur Lyngvej, sum býr í Hesti.

Og bussamband er á veg, sigur Kári Johansen, formaður í Havnanevndini. - Ætlanin er, at tað skal bera til at fáa býarbuss av og á Gomlu rætt eftir tørvi. Hetta verður helst sett í verk innan ein mánað, sigur hann.

 

Erla Kongsdóttir tekur 96 ferðafólk, lættari farm og upp til tríggjar bilar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693