Sølan av nýggjum bilum er nógv minkað

Sølan av nýggjum bilum er nógv minkað
25 prosent færri nýggir bilar eru seldir fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør
 
07.10.2024 - 19:39

Frá januar til september í ár eru 1.244 nýggir bilar seldir í Føroyum. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.

Sama tíðarskeið í fjør vóru 1.659 akfør seld. Tað er ein minking upp á 415 akfør, og svarar til eina minking upp á 25 prosent.

Talið av brúktum bilum, sum eru innfluttir, er tó vaksandi. Higartil í ár eru 305 brúkt akfør flutt inn. 

Tað eru 110 fleiri enn somu tíð í fjør, tá ið 195 akfør vóru flutt inn.

Tað svarar til ein vøkstur upp á 56 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542