Nú eru 80 limir í stevningini móti Lærarafelagnum um lokaupphædd

Nú eru 80 limir í stevningini móti Lærarafelagnum um lokaupphædd
Tey vilja, at avgerðin á aðalfundinum 29.apríl í fjør, um at strika lokaupphæddina í samlagstryggingini hjá limunum, verður ógildað
Fyrireikandi rættarfundur um lokaupphæddina í Lærarafelagnum verður aftur hósdagin, men enn er kki ásett, nær málið kemur fyri rættin.
 
10.10.2024 - 17:21

Hósdagin verður aftur fyrireikandi fundur í Føroya rætti um lokaupphæddina hjá limunum í Lærarafelagnum.

Í januar í ár stevndu 68 limir í Lærarafelagnum felagnum.

Nú eru 80 limir við í stevningini.

Tey vilja, at avgerðin á aðalfundinum 29.apríl í fjør, um at strika lokaupphæddina í samlagstryggingini hjá limunum, verður gjørd ógild.

Lærarafelagið krevur frídøming.

 

Stórur meiriluti fyri

Á aðalfundinum í fjør atkvøddu 280 fyri at strika lokaupphæddina. 61 atkvøddu ímóti.

7. juni í 2000 var einmælt avgjørt á aðalfundi at broyta eina samlagstrygging, so limirnir fingu 100.000 kr., tá tey fyltu 67 ár.

Hetta gjørdi, at limirnir vóru bundnir at rinda til skipanina.

Á aðalfundinum í fjør kom ein limur við uppskoti um, at lokaupphæddin var strikað fyri allar limir alt fyri eitt. Og tað var samtykt.

Sjálvt rættarmálið er ikki dagsett enn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290