Arva-strongurin skal ikki vera pengamaskina

Arva-strongurin skal ikki vera pengamaskina
Og hann skal heldur iki nýtast til at menna arbeiðspláss, sigur limur í Etiska Ráðnum í Danmark, sum finst at Far-Gen verkætlanini
 
22.10.2013 - 09:44

Far-Gen verkætlanin hjá føroyska heilsuverkinum er nú aftur fyri atfinningum.

Tað er ein limur í Etiska Ráðnum í Danmark, sum hesaferð finst at ætlanini at skráseta arvastrongin hjá øllum føroyingum.

Føroyska Vísindasiðsemisnevndin hevur áður sýtt fyri at góðkenna verkætlanina.

Lotte Hvas heldur ikki, at gransking í føroyskum ílegum eigur at verða brúkt til at fáa pengar til landið ella til at menna arbeiðspláss.

- Neyðugt er at vera varin við at kanna allan arvastrongin hjá fólki, tá eingin illgruni er um arvaliga sjúku.

Tað kann væl vera, at granskarar kunnu brúka tað, men einstaka menniskjað kann ikki brúka tað til nakað.

Vit hava øll nógvar ílegur við breki á, sum vit liva fínt við.

Við at lesa allan arvastrongin er vandi fyri, at tú fært vitan, sum ikki ger tað klókari, men sum setur teg í eitt etiskt dilemma, sigur Lotte Hvas við blaðið Kristeligt dagblad, sum fríggjadagin hevði atfinningarnar á forsíðuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373