Fimta skipið hjá Sandship

Fimta skipið hjá Sandship
Felagið hevur keypt 23 ára gamalt skip, sum sambært felagnum er í sera góðum standi
Skipið, sum Sandship hevur keypt, kallaðist Hendrik-S.
 
28.10.2024 - 05:46

Sandship í Fuglafirði hevur keypt fimta farmaskipið.

Skipið er bygt í Niðurlondum í 2001 og eisini keypt haðani. Tað lastar 3.000 tons. 

Felagið hevur fingið sær eitt skip aftrat, tí eftirspurningurin uttanlands er vaksandi.

Jørgin Jacobsen, stjóri í Sandship, sigur, at skipið, sum felagið nú hevur keypt, er í sera góðum standi.

Tað verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað fer í sigling tíðliga í komandi ári. 

Skipið verður skrásett í Føroysku altjóða skipaskrásetingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329