Mikkjal stýrdi AIK út í Evropa

Mikkjal stýrdi AIK út í Evropa
Mikkjal Thomassen hevur stýrt svenska stórfelagnum, AIK, til 3. pláss i bestu svensku deildini og Conference League-spæl næsta ár
Mikkjal Thomassen skal stjórna AIK í Conference League næsta kappingarár
 
10.11.2024 - 16:53

Við stórsigri á Halmstad í seinasta umfari hevur Mikkjal Thomassen stýrt AIK til bronsuna á Allsvenskan og Conference League-spæl næsta ár.

Fyrrverandi KÍ-venjarin hevur vent gongdini hjá høvuðsstaðarfelagnum í stórum stíli. Tá hann kom til úr Fredrikstad í juli, lá AIK undir miðjuni í bestu svensku deildini.

Tað var 1-1 í dag, tá Halmstad fekk reytt kort fyri steðgin, og síðan gjørdi AIK bart. Eftir steðgin skoraðu teir svørtu fýra ferðir og vunnu 5-1.

48-ára gamli føroyingurin er tvær ferðir kosin besti venjarin fyri ein mánaða í Svøríki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025