Framvegis fá arbeiðsleys

Framvegis fá arbeiðsleys
Tað var 0,8 prosent í oktober, tað sama sum í oktober í fjør
Arbeiðsloysið er framvegis lítið.
 
25.11.2024 - 06:32

Arbeiðsloysið er framvegis lítið.

Tað var 0,8 prosent í oktober, tað sama sum í oktober í fjør.

0,8 prosent svara til 255 fulltíðararbeiðsleys. 

Fulltíðararbeiðsleys eru tey, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin. 

Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvørt, telja bæði samanlagt sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

Í oktober rakti arbeiðsloysi 305 fólk.

Færri kvinnur

Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum.

Tað var 0,1 prosentstig minni í oktober í ár enn tað var í oktober í fjør.

Hjá monnum var tað øvugt, 0,1 prosentstig størri í ár. 

Trettan prosent eru langtíðararbeiðsleys.

Tey 40 fólkini, sum eru tað, hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542