Hagar keypir SMS fyri 267 milliónir kr.

Hagar keypir SMS fyri 267 milliónir kr.
Harumframt letur íslendska fyritøkan teimum, sum áttu SMS, partabrøv fyri 60 milliónir kr.
Hagar hava lænt 200 milliónir fyri at kunna keypa SMS.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.11.2024 - 09:49

Hagar letur teimum, sum áttu SMS, 267 mió. kr. og 13.867.495 partabrøv í Høgum. Tey eru verd 60 mió. kr., skriva Hagar. 

Hagar tekur eisini á seg nettoskuldina hjá SMS, sum er 140 mió. kr.

Hagar hava lænt 200 milliónir fyri at kunna keypa SMS.

Meira verður sagt um handilin í frágreiðingini um triðja ársfjórðing hjá Høgum.

Hon kemur 16. januar.

SMS hevði 56 mió. kr. í vinningi fyri skatt og avskrivingar í fjør.

Eftir skatt var avlopið 12 mió. kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723