Handilin, sum einki selur

Handilin, sum einki selur
Tú kanst taka tær trý ting við heilt ókeypis, so leingi tú vigar tey áðrenn.
 
28.11.2024 - 10:50

- Man kann ikki heilt kalla tað ein handil, tí vit taka ikki pengar fyri nakað, men vit royna at fáa tað til at líkjast einum handli, so fólk fáa kensluna av tingunum, sigur Anja Finsdóttir Collin, sum er leiðari í Genbrugshuset Cirklen í Helsingør, sum júst hevur fingið eina brúkaravirðisløn frá borgarunum í býnum.

Fyri trimum árum síðan fekk Anja uppgávuna at fáa eina endurnýtslu upp at standa í Helsingør, og hon hugsaði beinan vegin, at hetta skuldi gerast øðrvísi enn aðrastaðni.

- Typiskt hevur man í Danmark sæð endurnýtslustøðir, sum hava bingjur standandi, har fólk kunnu taka tað tey vilja hava, men skipanir sum hendan vara ikki leingi, tí millum annað tí fólk fara at klandrast um tað, sum er har inni. Vit valdu tí at gera tað øðrvísi. Vit hava eini høli, sum eru 140 fermetrar til støddar á endurnýtsluplássinum, og tey hava vit innrættað sum ein handil, greiðir Anja frá.

Skipanin er hon, at fólk kunnu taka sær trý ókeypis ting hvønn dag úr handlinum, so leingi hesi ting vera vigað á veg út, soleiðis at Anja kann gera hagtøl fyri mongdina av tingum, sum vera endurnýtt. Eisini ber til hjá íbúgvunum í Helsingør at koma við tingum til handilin, sum onnur so kunnu fara avstað aftur við.

Anja er útbúgvin klædnasniðgevi, og hon heldur tað vera fantastiskt at hava skift starvsleið.

- At flyta úr einari av heimsins mest dálkandi vinnum til endurnýtslu, tað hevur góða meining fyri meg, og so sleppi eg her í handlinum at brúka míni kreativu evni á ein annan hátt, sigur hon.

1711074

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Nýggjastu sendingar í SV