Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita átta ferðir á landsstýrið um at fáa viðurskifti í rættlag
Heita átta ferðir á landsstýrið um at fáa viðurskifti í rættlag
Løgtingsgrannskoðararnir hava aftur í ár nógvar atfinningar í uppskoti sínum, og summar eru hvassar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.12.2024 - 11:15
Enn einaferð eru afturvendi orð í uppskotinum til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarum um landsroknskapin fyri 2023.
Átta ferðir heita teir enn einaferð á landsstýrið um at fáa viðurskifti í rættlag.
Løgtingsgrannskoðararnir hava aftur í ár nógvar atfinningar í uppskoti sínum, og summar eru hvassar.
Løgtingsgrannskoðararnir minna millum annað enn einaferð á, at tað er átrokandi at hava greiðar reglur um byggiverkætlanir, og mæla staðiliga til, at tær vera gjørdar.
Í mai í fjør bað løgtingið landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri løgtingið, um hvørjar reglur kunnu tryggja, at almennar byggiverkætlanir verða rætt framdar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgtingsgrannskoðararnir koma við slíkari áheitan.
Tað var eisini í apríl 2014.
Landsstýrið er ikki komið við frágreiðingina enn.
Sambýlið á Mýrini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fekk kki bygningin, biðið var um
Løgtingsgrannskoðararnir nevna samýlið á Mýrini.
Teir siga, at Landsgrannskoðanin vísir á, at Almannamálaráðið í nøgd og góðsku hevur ikki fingið tann bygningin, sum biðið var um.
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at tað er ikki í lagi, tí at Landsverk hevur gjørt týðandi broytingar í verkætlanini uttan um bygginevndina.
Og bygginevndin hevur í tilgongdini ikki livað upp til tær skyldur, sum landsstýrisfólkið álegði henni.
Byggingin er enn eitt dømi um, at brúk er fyri greiðum reglum um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast, siga løgtingsgrannskoðararnir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV