Kunngerð um fiskiskap á Bankanum er ikki nóg væl orðað

Kunngerð um fiskiskap á Bankanum er ikki nóg væl orðað
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt klagu um kunngerð fyri fiskiskap á Føroyabanka í fjør
Klagan er um, at eitt partafelag og báturin hjá felagnum í bólki 5 sluppu ikki at fiska á Føroyabanka í 2023. (Savnsmynd)
 
03.12.2024 - 09:24

Kunngerðin um fiskiskapin á Føroyabanka í fjør er ikki nóg væl orðað.

Hon hevur ikki nóg góða lóggávudygd.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina klagu um kunngerðina um "tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023," sum hon eitur. 

Klagan er um, at eitt partafelag og báturin hjá felagnum í bólki 5 sluppu ikki at fiska á Føroyabanka í 2023.

Klagarin helt, at kunngerðin var ósaklig, órímilig og diskriminerandi. 

Víst er millum annað bæði til stykki 1 og stykki 2 í sjófeingislógini sum heimild fyri kunngerðini. 

Umboðsmaðurin vísir á, at tá løgtingið ítøkiliga hevði gjørt eina serliga áseting fyri Føroyabanka í stykki 2, vil vanlig løgfrøðilig fatan vera, at stykki 1 ikki fevnir um Føroyabanka. 

Eisini vísir umboðsmaðurin á, at kunngerðin nýtti hugtakið fiskiloyvi á annan hátt enn allýst í løgtingslógini.

Umboðsmaðurin mælir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum til at umhugsa at strika stykki 1 sum heimild í kunngerðini um Føroyabanka og vissa sær, at kunngerðir við heimild í sjófeingislógini byggja á allýsingar og meginreglur um fiskiloyvi og veiðiloyvi, sum sjófeingislógin ásetur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329