The Minds of 99 gleða seg mest av øllum at koma til Føroya í 2025

The Minds of 99 gleða seg mest av øllum at koma til Føroya í 2025
"Eg havi verið nógv í Føroyum sum barn, tí pápi mín elskar seyð, og systkinabørn hansara búgva í Føroyum," sigur Niels Brandt, oddamaður í The Minds of 99 við DR
 
12.12.2024 - 14:10

2024 var eitt serligt ár fyri størsta bólkin á danska tónleikapallinum í løtuni, The Minds of 99.

Bólkurin skrivaði danska tónleikasøgu, tá hann í summar megnaði at fylla danska tjóðarleikvøllin, Parkin, ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir.

Samanlagt 150.000 danir, ung sum eldri, stór sum smá, høg sum lág, vóru inni og sungu við til hitt sum "Hurtige hænder", "Under din sne" og "Alle skuffer over tid". 

"Eg havi verið nógv í Føroyum sum barn, tí pápi mín elskaði seyð, og systkinabørn hansara búgva haruppi. Tað verður stuttligt at vitja tey."

Niels Brandt, The Minds of 99

 

Elskar mjørkaveður

Danmarks Radio hevur á heimasíðuni samrøðu við oddamannin í The Minds of 99, Niels Brandt, har hann lítur aftur á brátt farna árið 2024. 

Men í greinini verður eisini hugt frameftir til 2025. 

Spurdur beinleiðis hvat hann gleðir seg mest til í 2025, so svarar Niels Brant uttan at blunka at koma til Føroya á vitjan. 

"Vit gleða okkum almikið at fara út at spæla á tónleikafestivalum aftur. Vit elska at framføra, og næsta ár skulu vit eisini til Føroya at spæla á einum festivali (Voxbotn) har. Har hava vit ongantíð framført áður. Eg havi verið nógv í Føroyum sum barn, tí pápi mín elskaði seyð, og systkinabørn hansara búgva haruppi. Tað verður stuttligt at vitja tey. Og Tanja (Haraldsdóttir Sleire), okkara konsertsamskipara-atstøðari, fer at koyra runt við okkum og vísa okkum Føroyar - um mann altso fer at kunna síggja nakað fyri øllum mjørkanum. Tað (mjørkaveður) er annars mítt yndisveður. "

 

 

Hvat: Voxbotn
Hvar: Havn
Nær: 28. juni 2025
Hvør: The Minds Of 99, Suspekt, Søren Huss, Goodboys, RSP & Ester Kristiansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744