Neyðugt við betri hagtølum um fátækadømi

Neyðugt við betri hagtølum um fátækadømi
Ætlanin er at játta Hagstovuni eina góða millión aftrat, so neyðugar greiningar kunnu gerast, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2024 - 11:51

Neyðugt er við betri hagtølum fyri fátækadømi til tess at tryggja, at hjálpin kemur fram til teirra, sum veruliga hava tørv á henni.

Sum er ber ikki til at siga, hvussu nógvar familjur í Føroyum liva í fátækadømi.

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon var gestur í Breddanum fyrrapartin:

 

13122024_Sirid_1

 
Tí vónar Sirið Stenberg, at fíggarnevndin játtar eina upphædd til Hagstovuna upp á 1,1 millión krónur, so at neyðugar greiningar kunnu gerast.

Um tað verður játtað, fæst at vita seinnapartin, tá fíggjarnevndin letur úr hondum álitið til fíggjarlóg fyri 2025:

 

13122024_Sirid_2

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028