- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði Krossur: 200 fleiri umbønir uppá tvey ár
Alsamt fleiri fáa døgurðamat frá Reyða Krossi. Tá mánaðin er komin í helvt, so koma tey til okkum at biðja um hjálp. Tað fortelur Halbjørg Olsen, sum í fleiri ár hevur arbeitt sum sjálvboðin í mat- og klædnahjálpini hjá Reyða Krossi.
Frá 2022 og fram til í ár, so síggja vit ein vøkstur uppá 200 umbønir. Tað sigur Katrin Dalsgaard Nolsøe, samskipari hjá Reyða Krossi, í sambandi við at fleiri og fleiri biðja um hjálp frá felagsskapinum.
Hesin tørvurin sæst ikki bara hjá Reyða Krossi. Randi Waag er ein av teimum, sum í fleiri ár hevur hjálpt teimum, ið tørva tað. Hon og maðurin Magnus Joensen lata mathjálp til húski, sum ikki fáa endarnar at røkka.
Vit vita í roynd og veru ikki um tað eru fleiri føroyingar, sum liva í fátækaváða. Um vit skulu fáa ta vitanina, so er neyðugt at gera neyvari kanningar. Tað hevur Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni víst á. Til ber at hoyra meira um tað í Breddanum um fátækaváða.
Sirið Stenberg, landstýrisskvinna í almannamálum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.