Universitetssjúkrahúsið kemur í lógina

Universitetssjúkrahúsið kemur í lógina
Nú skal ásetast í lógini um Sjúkrahúsverkið, at tað skal gerast eitt universitetssjúkrahús
Landssjúkrahúsið.
 
18.12.2024 - 07:28


Nú skal ásetast í lógini um Sjúkrahúsverkið, at tað skal gerast eitt universitetssjúkrahús.

Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini gransking og útbúgving umframt at viðgera sjúklingar.

Gransking og útbúgving eru í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet. 

Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning, sum krevst til at starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við sínum virksemi har.

Í áliti um universitetssjúkrahús frá september í fjør verður sagt, at Sjúkrahúsverkið brúkar 0,15 prosent av játtan síni til heilsugransking og 0,58 prosent til undirvísing og útbúgving.

Í álitinum verður sagt, at miðað verður eftir, at Sjúkrahúsverkið innan sjey ár skal 
nýta eitt prosent til gransking og eitt prosent til undivísing og útbúgving.

Í 2024 var hálvonnur millión krónur sett av til universitetssjúkrahús, og næsta ár verður ein millión til universitetssjúkrahús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366