Kommunustjóri í Havn: Lønarlyftið orsøk til hækking í ansingargjaldinum

Kommunustjóri í Havn: Lønarlyftið orsøk til hækking í ansingargjaldinum
Næsta ár skulu foreldur í Tórshavnar kommunu gjalda okkurt um 10 prosent meira fyri ansingartilboð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2024 - 13:09

Gjaldið hjá foreldrunum í Tórshavnar kommunu hækkar næsta ár millum 220 krónur og 377 krónur um mánaðin, alt eftir um talan er um vøggustovu ella barnagarð.

Talan er um  eina 10 prosent hækking í ansingargjaldinum.

Foreldragjaldið verður dagført næstan hvørt ár í samband við fíggjarætlanina, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri. 

- Tað er serliga lønarlyftið sum ger, at gjaldið verður høgt næsta ár. 

Lønarlyftið hjá Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum kostar Tórshavnar kommunu 13,8 milliónir krónur í ár, vísir Jóan Petur Hentze á. 

 

Joan_Petur_Hentze_um_ansingargjald

 

Gjalda fyri yngsta barnið

Vøggustovugjaldið, sum fevnir um børn frá 0 til 2 ár, hækkar frá 3.642 krónum um mánaðin upp í 4.019 krónur um mánaðin.

Barnagarðsgjaldið, sum fevnir um tey 3 til 7 ára gomlu børnini, fer frá 2.227 krónum upp í 2.447 krónur um mánaðin.

Foreldur rinda bara fyri eitt barn á dagstovni. Hava foreldur fleiri børn í ansing, rinda tey bara fyri yngsta barnið.

Dagstovnagjaldið í Tórshavnar kommunu er 11 mánaðir. Goldið verður ikki fyri august mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483