Formaðurin í Grindamannafelagnum: "Grindafólk kenna seg svikin av Danmark"

Formaðurin í Grindamannafelagnum: "Grindafólk kenna seg svikin av Danmark"
Føroysk grindafólk eru á gosi og kenna seg ikki sørt svikin av donsku myndugleikunum, nú Paul Watson er latin leysur," sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum
 
19.12.2024 - 18:00

So skjótt sum tíðindini bórust um, at Paul Watson var latin leysur, fóru telefonirnar hjá nevndarlimunum í Grindamannafelagnum at ringja. 

"Føroysk grindafólk eru á gosi og kenna seg ikki sørt svikin av donsku myndugleikunum, sum í flestu førum eru danska politiið í Føroyum, nú Paul Watson er latin leysur," sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum. 

"Óteljandi dømi hava í summar verið í Føroyum um, at myndugleikarnir einki gera við mál ímóti aktivistum," sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum.

Esmar Joensen sigur, at meðan aktivistarnir fyrr royndu at fáa føroyingar at leypa framav, so teir kundu fáa góðar myndir av tí, hava teir nú broytt framferð:

"At aktivistar bróta lógina, fær ongar avleiðingar, men tá ið aktivistar melda grindafólk fyri brot á djóraverndarlógina, skulu tey til avhoyringar og standa til svars," sigur hann. 

 

Esmar_Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136