Bíðitíðin hjá SSL stytt

Bíðitíðin hjá SSL stytt
Broytingar verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini hjá Smyrli 
Nú skal gerast styttri at bíða eftir at sleppa við Smyrli.
 
20.12.2024 - 12:43

Broytingar verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini hjá Smyrli. 

Í fyrstu atløgu er talan um smærri broytingar, men miðað verður eftir, at komandi ár skulu ferðandi keypa ferðaseðlar, áðrenn tey fara umborð.

Ætlanin er at seta automatir upp á farstøðunum í Havn og á Krambatanga, har fólk kunnu keypa ferðaseðlar.

Miðað verður eftir, at næstu broytingarnar verða settar í verk í fyrsta ársfjórðingi næsta ár.

Bilførarar nýtast ikki at bíða líka leingi, og nýtt slag av ferðaseðlum sær dagsins ljós. 

Tær broytingar, sum verða framdar nú, eru broytingar, sum ferðandi hava eftirlýst í eini spurnakanning, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni.

Bíðistøða

Størsti broytingin er ein sokallaður bíðistøðuferðaseðil.

Endamálið er at gera tað smídligari hjá ferðandi at bóka pláss.  

Harumframt verður kravda møtitíðin hjá bilførarum stytt. Higartil hevur verið kravt, at ferðandi við bilum møta 25 minuttir fyri fráferð, men tað verður stytt til 15 minuttir. 

Meðan hesar broytingar longu eru settar í verk, so verða aðrar - og meira umfatandi broytingar - settar í verk fyrst í komandi ári. 

Millum annað verður miðjað eftir, at øll ferðandi skulu keypa ferðaseðlar, áðrenn tey koma umborð. 

Hin broytingin er nógv umrødda ætlanin at hava ymiskar prísir fyri fólk búsitandi í Føroyum og aðrastaðni. 

Føroysk lesandi í útlondum sleppa tó undan at rinda fullan prís.

1715794

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613