Sandoyartunnilin roynst væl

Sandoyartunnilin roynst væl
Næstan tríggjar ferðir so nógvir bilar eru hetta fyrsta árið farnir ígjøgnum Sandoyartunnilin, sum roknað varð við frammanundan.
Bilferðslan í Sandoyartunlinum er tríggjar ferðir so stór sum roknað varð við frammanundan, at hon fór at verða
 
27.12.2024 - 20:39

Beint fyri jól var eitt ár síðan Sandoyartunnilin læt upp. Hetta var ein stórhending fyri sandoyingar, tí tað broytti ferðingarmynstrið hjá teimum grundleggjandi.

Nú bar til hjá teimum sjálvum at sleppa at gera av, nær tey fóru av oynni og í oynna aftur, og stór hevur ferðslan í Sandoyartunlinum eisini verið hetta fyrsta árið.

Síðan 1. januar í ár hava umleið 340.000 bilar koyrt ígjøgnum tunnilin og tað gevur eitt miðaltal upp á umleið 930 bilar um samdøgrið.

- Tað er næstan tríggjar ferðir so nógv sum roknað varð við áðrenn mann fór undir tunnilin, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar.

Pumpurnar úr at gera
Streymurin er tann størsta einstaka rakstrarútreiðslan í Sandoyartunlinum, og tað skyldast pumpurnar, ið skulu pumpa vatnið, sum rennur inn í tunnilin, útaftur. Talan er um góðar tvær milliónir litrar um samdøgrið.

Tá ið tunnilin var fyrireikaður, roknaði felagið við eini inntøku uppá umleið 10 milliónir krónur, sum eisini svarar til tað, sum hann kostar at reka.

- Men økta ferðslan ger, at inntøkurnar nú eru næstan trífaldaðar og tað bøtir heilt fitt um rakstrarðurslitið hjá Sandoyartunlinum, sigur tunnilsstjórin.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Teit Samuelsen:

2024-12-27-Teitur-Samuelsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762