Fleiri bilar í desember

Fleiri bilar í desember
Men næstan 19 prosent færri nýggj akfør vóru skrásett í Føroyum í fjør enn í 2023
Færri nýggir bilar komu í fjør, uttan í desember. (Savnsmynd)
 
03.01.2025 - 06:09

Næstan 19 prosent færri nýggj akfør vóru skrásett í Føroyum í fjør enn í 2023.

Neyva talið er 18,46 prosent, 370 akfør færri.

Akførini vóru 2.004 í 2023 og 1.634 í 2024, sigur Akstovan.

Men desember í fjør var øðrvísi enn aðrir mánaðir.

Í desember í fjør vóru akførini 182, 63 fleiri enn í desember 2023.

Serliga eru persónbilarnir fleiri. Teir vóru 149, 57 fleiri enn í desember 2023.

Innflutt brúkt akfør vóru fleiri í fjør enn í 2023. Tey vóru 92 fleiri, vøksturin er næstan 30 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542