Mæla frá at brúka SMS-boð

Mæla frá at brúka SMS-boð
Samveldisløgreglan í USA og svenskur KT-serfrøðingur ávara almenningin ímóti at brúka SMS-boð at samskifta við, tí tað er ov lætt hjá øðrum at ræna hesar samrøður
Símun Waag
07.01.2025 - 11:34

Í dag er lætt at ræna verandi samskifti við álítandi kontaktir. Tað kann til dømis vera millum teg og tín banka, tínar familjulimir og vinir. 

Í farna mánaði avdúkaðu nettrygdar- og undirstøðukervisstovan og sambandskanningarstovan hjá FBI í USA eitt átak hjá teldusníkum, sum eru knýttir at Kina

Herfyri fór FBI út og ávaraði almenningin í USA ímóti at brúka SMS-boð, og heldur brúka skipanir, sum brongla boð. Svenskur KT-serfrøðingurin André Catry mælir til tað sama. 

Hjá Nema mæla tey eisini til at brúka appir, sum eitt nú Whatsapp og Signal ella brúka RCS. Nógvir boðpallar brúka nú RCS, sum stendur fyri Rich Communication Services (RCS).
Tá tú brúkar RCS, so verða tíni boð send við hesi protokollini yvir Wi-Fi og fartelefondátur, ið - eins og Whatsapp og Signal - brongla boð.

Men hjá Nema fara tey tó ikki so langt, at tey mæla frá, at tú brúkar SMS-boð at samskifta við, men at tú heldur eigur at vera á varðhaldi.

Svenski KT-serfrøðingurin heldur tó, at tú ikki kanst hava álit á SMS-boðum longur. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615