12,7 milliardir í lønum í fjør - kvinnur áttu meginpartin av vøkstrinum

12,7 milliardir í lønum í fjør - kvinnur áttu meginpartin av vøkstrinum
600 milliónir fleiri vóru goldnar í lønum í 2024 enn í fyrraárið. Vøksturin er heldur minni enn undanfarin ár
Lønargjaldingarnar í fjør vóru fimm prosent størri enn í fyrraárið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2025 - 12:09

12,7 milliardir krónur vóru goldnar í lønum í fjør.

600 milliónir fleiri vóru goldnar í lønum í 2024 enn í fyrraárið. Vøksturin er fimm prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Lønarvøksturin seinastu árini hevur verið støðugur, men vøksturin í fjør var eitt vet minni enn undanfarin ár.

Í 2023 var lønarvøksturin 5,8 prosent, og í 2022 var hann 6,1 prosent størri enn árið fyri. 

 

 

Kvinnur áttu meginpartin 

Kvinnur eiga størri part av lønarvøkstrinum í fjør enn menn.

Av teimum 600 milliónunum, sum vóru goldnar aftrat í lønum í fjør, áttu kvinnurnar meira enn 60 prosent, ella 370 milliónir. 

Kvinnur, sum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevarum, áttu 326 milliónir. 

 

<

 

Hagtølini vísa, at Sandoyar-økið hevði størsta lønarvøksturin í fjør, ella átta prosent. Hinvegin hevði Suðuroyggin minsta vøksturin, 1,4 prosent. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862