Kanning í USA: Helvtin er ímóti at yvirtaka Grønland

Kanning í USA: Helvtin er ímóti at yvirtaka Grønland
53,3 prosent av teimum spurdu halda hugskotið vera vánaligt. 28,6 prosent halda, at tað er gott, men órealistiskt
86 prosent av demokratunum kalla tað eitt vánaligt hugskot at yvirtaka Grønland, meðan bert 21 prosent av republikanarunum halda tað. 
 
17.01.2025 - 11:30

Helvtin av amerikanarum er ímóti ætlanini hjá Donaldi Trump um at yvirtaka Grønland. 

Tað vísir nýggj kanning, sum Suffolk University í Boston í Massachusetts hevur gjør í samstarvi við USA Today.

Kanningin er gjørd frá 7. til 11. januar, og 1.000 fólk í einum umboðandi bólki eru spurd.

53,3 prosent halda, at tað er eitt vánaligt hugskot hjá Trump.

28,6 prosent halda, at tað er gott, men órealistiskt hugskot.

 

Donald Trump tekur við forsetaembætinum í USA mánadagin. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

11,2 prosent halda tað vera gott hugskot, og at Trump-stjórnin skal gera alt, hon kann, at seta tað í verk.

6,3 prosent vita ikki, hvat tey halda, og 0,6 prosent vildu ikki svara.

- Í tølunum ein stór, men "óvæntað" ósemja tvørtur um flokkarnar, skrivar USA Today. 

86 prosent av demokratunum kalla tað eitt vánaligt hugskot, meðan bert 21 prosent av republikanarunum halda tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244