Vilja hava longda freist at viðgera uppskot um Húsalánsgrunnin

Vilja hava longda freist at viðgera uppskot um Húsalánsgrunnin
Fíggjarnevndin skuldi fyri langari tí síðani havt skrivað álit um uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum
Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing um støðuna í Húsalánsgrunninum fyri løgtingið. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.01.2025 - 10:43

Fíggjarnevndin er ikki farin at viðgera uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum um Húslánsgrunnin enn.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 6. desember.

Fíggjarnevndin skuldi tí fyri langari tíð síðani havt skrivað álit.

Nevndin hevur biðið um freist til 31. januar.

Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing um støðuna í Húsalánsgrunninum fyri løgtingið. 

Teir vilja millum annað hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at dagføra lógina um Húsalánsgrunnin. 

Fíggjarnevndin hevur málið á skránni fyri fundin hósdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541