Bakmenn fýra vikur í varðhaldi

Bakmenn fýra vikur í varðhaldi
Teir báðir menninir, sum politiið heldur eru bakmenninir, tá rúsevni vóru smuglað til Føroya við einum seglbáti í august í fjør, skulu fýra vikur í varðhald.
22 kilo av hassji og fýra kilo av amfetamini vóru funnin í seglbátinum, sum kom á Havnina úr Horsens í august í fjør. m
 
23.01.2025 - 06:47

Teir báðir menninir, sum politiið heldur eru bakmenninir, tá rúsevni vóru smuglað til Føroya við einum seglbáti í august í fjør, skulu fýra vikur í varðhald.

Tað avgjørdi rætturin í Århus í gjár.

Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum. 

Annar maðurin hevur kært úrskurðin til Landsrættin, skrivar Horsens Folkeblad. 
 
Ein maður aftrat er skuldsettur. Men hann var ikki í grundlógaravhoyring. 

Tveir av monnunum eru úr Horsens, haðani seglbáturin kom til Føroya í fjør summar.

Triði maðurin hevur ongan fastan bústað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129