Gjaldið fyri vøggustovupláss lækkar

Gjaldið fyri vøggustovupláss lækkar
Tórshavnar býráð samtykti í gjár at lækka gjaldið niður í 3.721 kr. um mánaðin.
Foreldragjaldið var 27 prosent av tí, tað kostar at reka dagsstovnarnar í kommununi. Tað er nú 25 prosent. (Savnsmynd)
 
31.01.2025 - 08:19

Tað verður eitt sindur bíligari hjá fólki í Tórshavnar kommunu at hava børn í vøggustovu.

Býráðið samtykti í gjár at lækka vøggustovugjaldið.

Kommunan kunngjørdi annars eina viku fyri jól í fjør, at gjaldið hækkaði 1. januar. 

Tað skuldi hækka 377 krónur, upp í 4.019 kr. um mánaðin.

Nú lækkar tað 298 kr., niður í 3.721 kr.

 

Foreldragjaldið er 25 prosent

Foreldragjaldið var 27 prosent av tí, tað kostar at reka dagsstovnarnar í kommununi. Tað er nú 25 prosent.

Tað var ikki ein einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjár, tí Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen atkvøddu blankt.

Teir skutu upp saman við Tróndi Sigurðsson og Kára Johansen at lækka vøggustovugjaldið niður í 20 prosent og barnagarðsgjaldið niður 25 prosent av tí, tað kostar at reka dagsstovnarnar.

Tað uppskotið fall.

Tað fer at kosta kommununi 1,8 milliónir krónur at lækka foreldragjaldið fyri vøggustovupláss. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329