Ákærdur fyri at smugla tilfar til at gera rúsevni

Ákærdur fyri at smugla tilfar til at gera rúsevni
Málið kemur fyri í rættinum seinast í februar
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani juli í fjør.
 
31.01.2025 - 08:49

27. og 28. februar verður rættarfundur um ein mann, sum er ákærdur fyri at smugla 7,2 litrar av evninum 5F-MDMB-PINACA, sum verður brúkt til at gera rúsevni.

Sambært ákæruritinum kunnu teir 7,2 litrarnir, sum vóru í sodavatnsblikkum, brúkast til at gera 21 kilo og 191 gramm av MDMA ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini.

Maðurin valdi í gjár sjálvboðin at vera í varðhaldinum, til Føroya rættur hevur dømt í málinum. Hann hevur verið í varðhaldi síðani hálvan juli í fjør.

 

Tikin á flogvøllinum

Hann er eisini ákærdur fyri hvítvask.

Maðurin var tikin á flogvøllinum 23. februar í fjør, tá hann skuldi til Keypmannahavnar. Hann hevði 35.000 kr. við sær.

Politiið sigur, at pengarnir stava beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi.

Maðurin noktar seg sekan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053