Andstøðan: Lægri skattur fer at skunda undir oljuleiting

Andstøðan: Lægri skattur fer at skunda undir oljuleiting
Flokkarnir vilja aftur til lógina, sum hon var í 1999, og skatturin skal vera 18 prosent
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vænta, at útvinning av kolvetni fer í gongd á føroyskum øki, um kolvetnisskatturin verður minkaður. (Savnsmynd)
 
05.02.2025 - 10:46

Andstøðan í løgtinginum heldur, at útvinning av kolvetni fer í gongd á føroyskum øki, um kolvetnisskatturin verður minkaður.

Teir tríggir flokkarnir hava uppskot um at broyta kolvetnisskattalógina, t.e. lógina um, hvussu inntøkur av kolvetnisvirksemi vera skattaðar.

Vanligur kolvetnisskattur skal vera 18 prosent, ikki 27, sum lógin nú sigur.

Flokkarnir vilja aftur til lógina, sum hon var í 1999.

 

Kemur øllum føroyingum til góðar

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin siga, at høvuðsendamálið er, at tilfeingisrentan av kolvetni í størstan mun kemur øllum føroyingum til góðar. 

Tað ger hon bara, um skattaskipanin ikki er ein forðing fyri, at kolvetni verður vunnið í Føroyum, tí tá verður eingin leiting, og tí heldur ongin olja funnin.

Og soleiðis kemur heldur eingin tilfeingisrenta, siga flokkarnir. 

Teir ásanna tó, at ikki ber til at siga við vissu, um skattaskipanin forðar fyri, at leitað verður eftir kolvetni undir Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424