Borgarlig samgonga fer helst at rulla sjófeingislógina aftur

Borgarlig samgonga fer helst at rulla sjófeingislógina aftur
Sambandsflokkurin vil ikki gera semju við samgonguna hesa ferð
Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen og hini í Sambandsflokkinum vilja ikki gera semju við samgonguna um broytingar í sjófeingislógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2025 - 12:57

Verður uppskotið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um at gera broytingar í sjófeingislógini, samtykt, verður tað helst rullað aftur, so skjótt ein borgarlig samgonga aftur fær valdið í Føroyum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin hevur fyrr gjørt semju við samgonguna, millum annað um tøkugjaldið, men flokkurin vil ikki gera semju við samgonguna hesa ferð.

- Politikkurin, sum sæst í uppskotinum hjá Dennisi Holm, liggur langt frá tí, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Dennis Holm skjýtur upp, at uppsjóvarskip kunnu landa helvtina av veiðuni uttanlands, reglurnar um útlendskan ognarskap verða herdar, fiskirættindini skulu á fleiri hendur, og eitt reiðarí kann ikki eiga meira enn 15 prosent av fiskirættindunum.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hóast onkur í samgonguni er ímóti uppskotinum, so kann tað verða samtykt við onkrum broytingum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05022025_Bardur_

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329