Ísrael kunnaði norskan diplomat um ætlanir í Gasa

Ísrael kunnaði norskan diplomat um ætlanir í Gasa
Tað kom ikki óvart á øll, at Trump, forseti, fyrr í vikuni segði, at USA skuldi eiga Gasageiran
Tor Wennesland er fyrrverandi serligur ST-sendimaður í Miðeystri.
Mynd: NRK  
 
07.02.2025 - 10:21

Tá amerikanski forsetin Donald Trump fyrr í vikuni segði, at USA skuldi eiga Gasageiran, og at palestinar í Gasa eiga at flyta í onnur lond, kom tað óvart á tey flestu.

Men ikki á øll.

Tor Wennesland, sum er fyrrverandi serligur ST-sendimaður í Miðeystri, sigur við NRK, at ætlanin hjá Donald Trump at flyta palestinar úr Gasa og yvirtaka økið er ein gomul ísraelsk ætlan. 

Hann sigur, at táverandi ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, sjálvur legði hetta uppskotið fram fyri sær tíðliga í krígnum í Gasa.

Sí videobrot úr NRK:

 

Israel_Noreg_Gasa

 

Sambært Tor Wennesland ringdi Eli Cohen tvær ferðir sama dag til sín og spurdi, um hann kundi hjálpa við at fáa ST at samskipa eina flyting av einari millión fólkum út í Sinai-oyðimørkina, og um ST kundi taka samband upp við Egyptaland um at taka ímóti hesum fólkunum. 

Wennesland svaraði Cohen, at tað var púra óaktuelt, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489