Týski uttanríkisráðharrin: Evropa skal við í tingingar um Ukraina

Týski uttanríkisráðharrin: Evropa skal við í tingingar um Ukraina
Donald Trump, forseti, hevur tosað við russiska og ukrainska forsetan um friðarsamráðingar
Annalena Baerbock er uttanríkisráðharri í Týsklandi.
 
13.02.2025 - 11:11

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, sigur við týsku útvarpsrásina Deutschlandfunk, at Evropa skal við í møguligar tingingar um Ukraina.

Tað skrivar Reuters.

Baerbock ger samstundis greitt, at Ukraina skal eisini við.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði í gjárkvøldið í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin, og teir samdust um at fara undir samráðingar um Ukraina.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stutt eftir tosaði hann eisini við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, og teir samdust eisini um at arbeiða víðari við at fáa frið í landinum.

Týski uttanríkisráðharrin er púra greið:

- Ein friðaravtala í Ukraina skal verja sjálvræði hjá landinum. Evropa skal ikki tosa við amerikanskar myndugleikar um frið og trygd í Evropa, sigur Annalena Baerbock við týsku útvarpsrásina Deutschlandfunk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262