Trump tosar aftur um at fáa valdið í Grønlandi

Trump tosar aftur um at fáa valdið í Grønlandi
Amerikanski forsetin helt røðu fyri kongressini í nátt, okkara tíð
Donald Trump, forseti, helt røðu í meira enn hálvannan tíma í kongressini í nátt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2025 - 08:25

Amerikanski forsetin, Donald Trump, væntar, at tað fer at eydnast USA at fáa vald í Grønlandi.

Tað segði hann í røðu síni fyri kongressini í nátt, okkara tíð.

- Eg vænti, at tað endar við, at vit fáa tað. Onkursvegna fáa vit tað, segði Trump:

Hann endurtók boðskapin um, at USA hevur brúk fyri Grønlandi í sambandi við trygd og altjóða trygd.

- Vit stuðla viljanum hjá grønlendingum um sjálvi at avgera tykkara framtíð. Velja tit tað, so bjóði eg tykkum vælkomnum sum part av USA, segði Trump.

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni:

 

TRUMP_GRONLAND

 

 

Meiri revsitollur

Røðan hjá Trump í kongressini vardi í ein tíma og 35 minuttir. 

Trump boðaði frá, at hann 2. apríl fer at leggja revsitoll á øll, sum leggja toll á amerikanskar vørur. 

Hann nevndi eisini, at hann ætlar at taka Panamaveitina aftur.

Trump segði, at hann hevði fingið bræv frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum eftir øllum at døma, sambært Trump, er til reiðar at skriva undir avtaluna og ráevni. 

- Eg arbeiði fyri at steðga krígnum, segði Donald Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423