Eirikur í Jákupsstovu: Norðoyggjar hava ynskt sær landsstýrisfólk

Eirikur í Jákupsstovu: Norðoyggjar hava ynskt sær landsstýrisfólk
Nýggi landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum dylur ikki fyri, at tað hevur verið eitt stórt ynski hjá tjóðveldisfólkum norðanfyri at fáa umboð í landsstýrið
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.03.2025 - 13:26

"Sirið (Stenberg) hevur gjørt eitt framúr arbeiði sum landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, og tí kenst tað sum øgiliga stórir skógvar at fylla," sigur Eirikur í Jákupsstovu, ið setur seg í landsstýrissessin hjá forkvinnuni í Tjóðveldi, sum nú verður landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum. 

"Tí hevði eg eina kenslu av, at hetta var ein stór uppgáva og ein stór ábyrgd, ið eg átók mær," leggur hann aftrat. 

Eirikur í Jákupsstovu fegnast tó um, at tað var stór undirtøka í Tjóðveldi fyri at vísa á seg sum nýggjan landsstýrismann í almanna- og mentamálum, og at tað er ein góð kensla at hava við sær í embætið. 

Eirikur í Jákupsstovu dylur ikki fyri, at tað hevur verið eitt stórt ynski frá hansara valfelag, Norðoyar Tjóðveldisfelag, at  Norðoyggjar fingu umboðan í landsstýrinum. 

 

Eirikur_i_Jakupsstovu_samroda

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938