Friðarráðstevna um Sýria útsett

Friðarráðstevna um Sýria útsett
Ráðstevnan skuldi verða í november, men er útsett, tí ósemja er um, hvør skal sleppa við
Andstøðan í Sýria krevur, at Assad, forseti, leggur frá sær
 
06.11.2013 - 09:01

Eingin altjóða friðarráðstevna um Sýrialand verður í november. Tað siga keldur, sum standa russisku tíðindastovuni, Itar-Tass nær.

Í gjár hittust amerikanski og russiski varauttanríkisráðharrin við ST-sendimannin fyri Sýria, Lakhdar Brahimi, í Geneve, fyri at fáa greiðu á, nær friðarráðstevnan skal vera. Úrslitið var, at ráðstevnan ikki verður fyrr enn í desember.

Assad skal frá

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at uppreistrardeildirnar í Sýria, hava sett krøv, sum ikki eru í samsvari við ætlanina við friðarráðstevuni. Hann sigur, at andstøðan hevur kravt, at Iran ikki sleppur við á ráðstevnuna, og at Bashar al-Assad, forseti, leggur frá sær.

Russland og USA vóru annars samd um, at eingi krøv skuldu setast fyri friðarráðstevnuna, sigur Lavrov. Stórveldini samdust í mai um eina friðarráðstevnu um Sýria, men fleiri ósemjur og nýtsla av eiturvápnum hava steðgað ætlanini higartil.

Seinni hevur ST gjørt eina avtalu við Assad, forseta, um, at øll eiturevnavápn skulu beinast av vegnum í seinasta lagi í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086