Føroyskur áhugi fyri rakettstøð

Føroyskur áhugi fyri rakettstøð
Eitt føroyskt ferðalag við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, verið í Hetlandi fyri at kunna seg um eina rakettstøð, ið skal senda smærri fylgisveinar út í rúmdina.
Føroyingar hava í vikuni kunnað seg um spennandi verkætlan í Hetlandi, sum gongur út uppá at skjóta smærri fylgisveinar út í rúmdina
Mynd: Jan Müller  
 
23.03.2025 - 15:27

Tað er norðast á oynni Unst, at bygdir verða tríggir pallar til rakett-útskjóting, skrivar Orkan.fo.

Hesir pallar skulu vera við til at nøkta stóra tørvin á smærri fylgisveinum hjá bæði fyritøkum og myndugleikum í øllum Europa.

Frammanundan eru bara tvær slíkar útskjótingarstøðir í Europa, sum eru á Andøya í Norra og í Kiruna í Svøríki.

Slíkar útskjótingarstøðir eru av trygdaráðum ikki á europeiska meginlandinum, tí ikki ber til at skjóta út rakettir við fylgisveinum í tættbygdum økjum.

Stigtakari til verkætlanina er íverksetin og fyrrverandi RAF-flogskiparin, Frank Strang.

Hann heldur, at ætlanin gerast ein týðandi liður í eitt nú verjuni av Europa, skrivar Orkan.fo.

Millum annað Føroya Tele hevur víst ætlanini stóran ans, tí møguliga kunnu Føroyar brúkast sum “trackingstøð” í sambandi við útskjótingar frá Hetlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359