Heilsuhjálparafelagið ætlar at spæla verkfalstrumfin út

Heilsuhjálparafelagið ætlar at spæla verkfalstrumfin út
Limafundurin, sum var hildin samstundis sum aðalfundurin, samtykti, at farið verður í verkfall, um semingsroyndin ikki ber á mál
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
24.03.2025 - 09:45

Nógv bendir á, at Heilsuhjálparafelag Føroya fer at spæla tann ultimativa verkfalstrumfin út, um semingsroyndin ikki ber á mál.

Týsdagin hittast Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á Hotel Føroyum til enn eina semingsroynd, har tað má røkka ella støkka.

Arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist, sum so aftur hjá Heilsuhjálparafelagnum skal góðkennast á limafundi, ið skal lýsast við 48 tíma freist.

Men við at hava limafund, samstundis sum aðalfundur var leygardagin, slapp felagið undan hesi 48 tíma seinkingini, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24032025_Antonsdottir

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961