Royna framvegis at skipa breiða samgongu í Grønlandi

Royna framvegis at skipa breiða samgongu í Grønlandi
Demokratarnir og Attasut hava ikki meiriluta í landstinginum, og tí er neyðugt við í hvussu er einum flokki aftrat
Jens- Frederik Nielsen, formaður í Demoraatit, stendur á odda fyri landsstýrissamráðingunum í Grønlandi.
 
26.03.2025 - 14:51

Samráðingarnar um at skipa samgongu í Grønlandi halda fram. 

Atassut er framvegis við í samráðingunum.

Demokratit og Atassut hava tosað um ynski og krøv. 

Flokkarnir hava tó ikki meiriluta, og tí er neyðugt at fáa annaðhvørt Inuit Ataqatigiit ella Siumut, ella báðar flokkarnar, við í samgongu fyri at fáa meirlutan.

 

Vilja hava breiða samgongu

Demokratarnir siga seg vilja hava breiða samgongu, og tað vil Atassut eisini.

Atassut vísirr á stóra áhugan hjá USA fyri Grønlandi, og at amerikanski varafosetin kemur á vitjan.

- Við ymisku atgerðunum hjá USA meta vit tað vera avgerandi, at so nógvir flokkar sum gjørligt standa saman um at verja okkara land, og at vit raðfesta, at vit hava samsvarandi boðskapir, sigur Aqqalu Jerimiassen, formaður í Attasut.

Forkvinnan í Siumut, Vivian Motzfeldt, váttaði í gjárkvøldið fyri grønlendska kringvarpinum, at flokkurin framvegis er við í samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558