Ungarn tekur seg úr ICC

Ungarn tekur seg úr ICC
Viktor Orban, forsætisráðharri, boðaði frá hesum samstundis sum ísraelski forsætisráðharrin er á vitjan
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, og ísraelski starvsbróðirin, Benjamin Netanyahu, sum hevur verið á vitjan í Ungarn.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.04.2025 - 14:51

Ungarn fer at taka seg burtur úr altjóða revsidómstólinum, ICC.

Tað segði ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, á tíðindafundi í dag.

Tíðindafundin helt hann saman við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, sum hevur verið á almennari vitjan í Ungarn.

Altjóða revsidómstólurin hevur givið boð um at handtaka Netanyahu, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk.

 

Dómstólurin ov politiskur

Men Viktor Orban hevur langt síðani boðað frá, at tað fer Ungarn ikki at gera. Og nú fer hann at taka Ungarn úr altjóða dómstólinum. Grundgevingin er, at dómstólurin er vorðin ov politiskur.

Nú Ungarn fer úr ICC, hevur dómstólurin 124 limalond.

Ísrael er ikki limur í ICC, men palestinska sjálvstýrið er, og tí kann ICC sambært dómstólinum sjálvum rættarsøkja Netanyahu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672